Harmast um manglandi ullarmóttøku

Harmast um manglandi ullarmóttøku
Jenis av Rana, løgtingsmaður, harmast, um at eingin ullarmóttøka verður í ár. Peningur má fáast til vega, heldur løgtingsmaðurin
 
12.07.2017 - 16:10

Jenis av Rana heitir á Høgna Hoydal, landsstýrismann, í landbúnaðarmálum um at geva Búnaðarstovuni boð um at skipa fyri, at so verður.

Búnaðarstovan hevur annars fingið boð úr Fiskimálaráðnum um, at eingin serstøk játtan er tøk til ullarmóttøku í summar, og tí verður eingin heldur. 

Peningurin má fáast til vega

Fiskimálaráðið bað annars Løgtingið um 300.000 krónur til millum annað at savna inn ull. Men játtan var eingin á fíggjarlógini, tá hon varð samtykt.

Í áheitanini til Høgna Hoydal vísir Jenis av Rana á tíðindi í útvarpinum fyrradagin, har tað í størsta álvara varð tosað um, hvussu væl ull brennir á brennistøðunum.

- Hóast hon í dag ikki er "Føroya gull", so kunnu vit ikki loyva okkum hetta, sigur Jenis av Rana. Tær fáu hundrað túsund krónurnar, sum móttøkan krevur, mugu fáast til vega, fyri at bjarga okkum frá skommini. Og royndirnar at gagnnýta ullina mugu stuðlast, sigur Jenis av Rana.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209