- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ger einki við kæruna
Løgtingsins umboðsmaður fer ikki at viðgera kæruna frá P/f Nærabergi um veiðiloyvini, sum blivu tikin aftur. Sólja í Ólavsstovu, Løgtingsins umboðsmaður, sigur, at Løgtingið hevur tikið málið úr hondunum á henni.
Tað hevur Løgtingið gjørt, tí Løgtingið fer sjálvt at kanna málið, nú biðið er um kanningarstjóra. Løgtingsins umboðsmaður er stovnur undir Løgtinginum.
SÍ EISINI Næraberg hóttir við endurgjaldskravi
P/f Næraberg kærdi fyri einum mánað síðani til umboðsmannin, tí Vørn eftir boðum úr Fiskimálaráðnum tók veiðiloyvini hjá Nærabergi og Slættabergi aftur.
Advokaturin hjá P/f Nærabergi bað um at fáa kæruna avgreidda í skundi. Løgtingins umboðsmaður svaraði tó, at har bar ikki til at byrja málið, fyrr enn tað var liðugt hjá Vørn og Fiskimálaráðnum.
Næraberg og Slættaberg mistu veiðiloyvini á middegi fríggjadagin í síðstu viku. Nú biðið er um kanningarstjóra, ger Løgtingsins umboðsmaður ikki meira við kæruna.