Eftirlønin hjá føroyingum ov lítil

Eftirlønin hjá føroyingum ov lítil
Eftirlønin hjá føroyingum skuldi verið næstan fýra ferðir so nógv, samanborið við Danmark, lutfalsliga eftir fólkatalinum
 
12.07.2017 - 08:07

Føroyingar eiga 7,7 milliardir krónur í eftirløn, 5,7 milliardir eru samanspardar í føroyskum feløgum, og tvær milliardir eru uttanlands. Av teimum 5,7 milliardunum í Føroyum eiga kvinnur 40 prosent.

Sambært Hagstovuni fingu kvinnur 38 prosent av lønunum, sum vórðu goldnar í Føroyum í fjør. 4,1 milliard av eftirlønunum er ikki skattað enn. 

Hitt er longu skattað við ingjalding, tað, sum er goldið inn eftir 1. januar í 2012. Tað sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, í svari til Sonju J. Jógvansdóttir, løgtingskvinnu.

Fá fáa nógvar pengar

Stórur partur av eftirlønarsamansparingini í Føroyum fram til 2013 er kapitaluppsparing. Tey eru fá, sum fáa heilt nógvar pengar, tá tey gerast fólkapensjónistar. 

2.600 fólk hava meira enn hálva millón krónur samanspardar her í Føroyum. 460 fólk eiga millum eina og tvær milliónir, og 51 fólk eiga meira enn tvær milliónir krónur til góðar í samanspardari eftirløn.  

Í svarinum hevur landsstýriskvinnan eingi tøl um tær tvær milliardirnar, sum føroyingar eiga uttanlands. 7,7 milliardir ljóða av nógvum, men Búskaparráðið segði longu í 2013, at samansparda eftirlønin hjá føroyingum er alt ov lítil.  

Samanborið við Danmark, lutfalsiga eftir fólkatalinum, skuldi hon verið 29 milliardir krónur, tað vil siga næstan fýra ferðir so nógv sum hon er.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209