- Tíðindi, mentan og ítróttur
Aftur til gamla bygnaðin á Føðideildini
Aftur til gamla bygnaðin á Føðideildini
Leiðandi ljósmóðurin fær fakligu ábyrgdina í depilsleiðsluni
Mynd: savnsmynd
11.07.2017 - 15:51
Farið verður aftur til bygnaðin á Føðideildini, sum hann var áðrenn 1. apríl í ár. Tað boðar leiðslan á Landssjúkrahúsinum frá.
Frameftir verður tað leiðandi ljósmóðirin, sum hevur evstu ljósmøðrafakligu ábyrgdina og avgerðarrættin, og er partur av depilsleiðsluni á Skurðdeplinum tá talan er um ljósmøðrafaklig viðurskifti.
Deildarljósmóðir og deildarsjúkrarøktarfrøðingur leiða dagliga virksemið á Føðideildini við tilvísing til depilsleiðsluna, íroknað ta leiðandi ljósmóðurina, verður sagt.
Haraftat skulu hølisumstøðurnar hjá fakbólkunum á Føðideildini gerast mundandi betri, sigur Landssjúkrahúsið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV