- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eykajáttanin viðgerast í dag
Eykajáttanin viðgerast í dag
Løgtingsnevnd fer í dag at taka støðu til um eykajáttan skal latast, so grótið í innsiglingini í Skopun kann beinast burtut
10.07.2017 - 07:40
Fíggjarnevndin skal í dag taka støðu til, um eykajáttan skal latast, so grótið, ið er komið í siglingarrennina í Skopunar Havn í brimi, kann ruddast burtur.
Henrik Old, landstýrismaður í samferðslumálum, hevur biðið um 1,2 milliónir krónur í eykajáttan við fíggjarnevndarskjali. Arbeiðið ,at rudda grótið burtur, er boðið út, og tilboð komin inn, og vísir tað seg, at arbeiðið kostar umleið 1,8 milliónir krónur.
Landsverk kann útseta nakrar smærri ábøtur á havnir í ár, fyri umleið 600 000 krónur. Tí verður biðið um eina eykajáttan upp á 1,2 milliónir krónur Fíggjarnevndin hevur fund klokkan níggju í morgun.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV