- Tíðindi, mentan og ítróttur
Oljuleki í Plantasjuni
Hevur tú gingið ein túr í plantasjuni og varnast ein øðrvísi lukt? So er tað óivað tí, at ein oljuleki er funnin í Plantasjuni.
- Vit vita ikki, hvaðani lekin stavar, men vit hava koyrt girðingar út, til tess at steðga hesum, sigur átaksleiðari, Petur Vágsgarð.
Átaksleiðarin sigur eisini, at lítið av olju er farið framvið girðingunum, men at lukturin framvegis er í umráðnum, tí oljan framvegis er í jørðini. Neyðugt er tískil ikki at stúra fyri djóralívinum í Plantasjuni.
- Tamarhald er á støðuni, men vit vita sjálvandi ikki, um lekin eisini stavar frá øðrum støðum, sigur hann.
Orsakað av, at restin framvegis sita í jørðini, kann rúm tíð ganga, áðrenn lukturin er horvin.
- Oljan er keðilig at fáast við, tí lukturin er øgilgur, sigur Petur Vágsgarð.