- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hervilig kaninsjúka í útbroti
Hevur tú hug at ogna tær eina kanin í Danmark, noyðist tú at bíða við hesum. Hervilig kaninsjúka er í útbroti í Danmark, og tað er virusið, Rabbit haemorrhagic disease, ið smittar illa millum kaninir. Tó hevur sjúkan eisini verið ávíst hjá haru.
Sambært Heilsufrøðiligu Starvstovu gerast kaninirnar sjúkar 24-72 tímar eftir smittu, og missa tær matarlystin, fáa fepur, títtan andadrátt, bløðingar úr nøs, endatarmi og øðrum kropsopum, og doyggja eftir 48 tímum.
Rabbit haemorrhagic disease er sera deyðilig, tí deyðatalið liggur millum 80-90%. Mann noyðist tó at vera ansin, tí tær kaninirnar, ið yvirliva sjúkuna, kunnu smitta í upp til 42 dagar, eftir at tær eru blivnar frískar aftur.
Soleiðis ber tú teg at
Rabbit haemorrhagic disease er ólekilig, men til ber at avmarka skaðan. Hevur tú verið í samband við kaninir í Danmark, so kanst tú millum annað hugsa um reinføri.
Til dømis heitir Heilsufrðiliga Starvstova á fólk, ið hava verið í sambandi við kaninir í útlandinum, um at vaska klæðir og skógvar, áðrenn tey aftur handfara kaninir í Føroyum.