- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bruttotjóðarúrtøkan í ársins prísum vaks 5,6%
Føroyska bruttotjóðarúrtøkan í 2014 veksur 7,5 prosent í ársins marknaðarprísum og í 2015 veskur hon 5,6 prosent, upplýsir Hagstovan. Í 2015 var BTÚ 16 milliardir og 663 miliónir, 900 milliónir meira enn í 2014.
BTÚ var 7,4 mia. kr. í 1998. Fiskiveiðan eigur 40 prosent av vøkstrinum í BTÚ, uppsjóvarskipini og flakatrolararnir. Men virðisøkingin í botnfiskiskapinum vaks eisini.
Virðisøkingin í fiskaaling minkaði nakað í 2015, men heldur seg á sama stigi sum í 2013, tá hon meira enn tvífaldaðist. Minkingin í 2015 stendst mest av minni nøgd, men so at siga allur vøksturin í 2013 stavaði frá hægri laksaprísum.
Vøksturin í byggivinnuni heldur fram
Virðisøkingin er nú nærum komin upp á tað, hon var fyri fíggjarkreppuna í 2008. Íkastið frá almennari fyrisiting og tænastu vaks úr 20 prosentum árini fyri 2003 upp í 24 prosent í 2005 og 26 prosent í 2009, men er síðani støðugt minkað aftur niður á sløk 22 prosent í 2015.
Síðan 2003 hevur íkastið frá øðrum tænastuvinnum ligið oman fyri 40 prosent og rakk í 2012 upp á sløk 44 prosent, men er síðani minkað aftur niður í sløk 41 prosent í 2015.
Bruttotjóðarúrtøkan í marknaðarprísum verður gjørd upp sum virðisøkingin í øllum vinnugreinum samanlagt og haraftrat meirvirðisgjald og aðrir vøruskattir. Talan er ikki um mát fyri búskaparvøkstur, men um vøkstur í ársins prísum, sigur Hagstovan.