- Tíðindi, mentan og ítróttur
Partur av tyrvingarplássi undir gras
Partur av tyrvingarplássi undir gras
Tyrvingarplássið í Húsahaga oman fyri Havnina skal nú lutvíst niðurleggjast. Kommunan hevur fingið undantaksloyvi at taða í økinum
Mynd: Loftmynd: Google Maps
08.07.2017 - 10:25
Ein partur av tyrvingarplássinum hjá Tórshavnar kommunu í Húsahaga, oman fyri Havnina, skal nú niðurleggjast. Tað skrivar Umhvørvisstovan á heimasíðuni.
Mold skal leggjast á ymsastaðni inni á tyrvingarplássinum og økið skal sáast, so fríðkað verður um lendið, sum ikki longur skal brúkast til tyrving í Húsahaga.
Umhvørvisstovan hevur tí eisini givið kommununi loyvi at taða, hóast tyrvingarplássið liggur meira enn 250 metrar yvir havinum, har tað annars ikki loyvt er at taða.
Í góðkenningini hevur Umhvørvisstovan lagt dent á, at tað hevur týdning, at tyrvingarplássið ikki skal liggja sum eitt sár í lendinum, nú tað ikki longur skal brúkast til tyrving.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV