Grindadráp elvir til ferðsluruðuleika

Grindadráp elvir til ferðsluruðuleika
Grindadrápið í Hvannasundi seinnapartin hevur elvt til fullkomnan ruðuleika í ferðsluni, sigur sýslumaður
Hevur tú ørindi í Hvannasundi ella har um leiðir í dag, mást tú brynja teg við toli - nógvum toli enntá. Fullkomin ruðulleiki valdar í ferðsluni, sigur sýslumaðurin
 
05.07.2017 - 17:14

Tað gekst væl at halda eina grind til í Hvannasundi beint eftir døgurða í dag, men tað sama kann ikki sigast um ferðsluna. Ferðsluruðulleiki valdar í løtuni.

- Tað er ferðsluruðuleiki av tí allarfúlasta. 2-300 metrar frá tunnilsmunnanum standa bilar, segði Karl Johansen, sýslumaður í Norðoyggjum, við útvarpið klokkan 17.

Sýslumaðurin í Norðoyggjum er ein av teimum mongu, ið má brynja seg við toli, sum hvørki sleppur aftur ella fram í løtuni, nú ferðsluruðulleiki er í Hvannasundi eftir grindadrápið.

Løgreglan fer nú at royna at fáa glið á aftur ferðsluna í Hvannasundi og har um leiðir eftir grindadrápið. Grindin, sum legði beinini seinnapartin, var umleið 60 hvalir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209