- Tíðindi, mentan og ítróttur
Glasir fleiri pengar
Øll í Fíggjarnevndini uttan Jacob Vestergaard mæla til at lata pengarnar, sum Mentamálaráðið hevur biðið um. Jacob Vestergaard mælir Løgtinginum frá at játta fleiri pengar nú.
Størri parturin, 87 milliónir, skal brúkast í sambandi við garðarrættarmálið millum Landsverk og Sp/f TG Verk og tryggingarfelagið AXA.
Landsverk má leggja út
Vinnur Landsverk tað málið, væntar Mentamálaráðið at fáa flestu pengarnir aftur í landskassan. Men Landsverk noyðist at leggja pengarnar út nú.
Tí annars steðgar byggingin í september. 26,5 milliónir krónur skulu brúkast til flagtekju og undirvísingaramboð til tekniska skúla í Glasi.
Samanumtikið verður Løgtingið nú biðið um 113,5 milliónir afturat til byggingina í Marknagili, so kostnaðurin kemur upp í 636,5 milliónir krónur.