- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ov fáir útbúnir vegleiðarar
Bara ein av teimum, ið hava tikið diplomútbúgving sum vegleiðari, er uttan fyri Tórshavnar økið, og tað sama er við teimum, sum í summar taka masterútvbúgvingina.
Har er bara ein vegleiðari, sum ikki er í Tórshavnar økinum, skrivar Skúlablaðið. Í skúlunum í Havn eru enntá summastaðni fleiri enn ein útbúgvin vegleiðari.
Serliga ringt uttan fyri Havnina
Hetta er gott fyri skúlarnar í Havn, men sera óheppið fyri skúlarnar uttan fyri Tórshavn, at teir ikki eru eins væl fyri, sigur Ester Poulsen, forkvinna í Vegleiðarafelag Føroya, við Skúlablaðið.
Fleiri av skúlunum uttan fyri Havnina eru so smáir, at teir eru fleiri skúlar saman um ein vegleiðara.
Fleiri teirra, ið arbeiða sum vegleiðarar, hava skeið ella annað, soleiðis at teir kunnu arbeiða sum vegleiðarar. Men nógvir hava onga skúling í vegleiðing, skrivar Skúlablaðið.