- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ikki greitt hví eldur kom í Varðan Pelagic
Tað verður ikki í bræði at greiða fæst á, um virkisbygningurin hjá Varðanum var nóg væl tryggjaður móti eldi.
Løgreglan í Føroyum og eitt danskt kanningarlið kláraðu ikki at nágreina, hvør orsøkin var til, at eldur kom í Varðan Pelagic. Tann elektriska skipanin var so illa farin, at tað bar ikki til at finna brek við skipanini.
Politiið kom kortini til, at eldurin kyknaði í økinum, sum varð brúkt til pakking.
Løgreglan sigur, at hitin í rúminum hevur eftir øllum at døma verið so nógvur, at eldur kom í teir fleiri hundrað fiskakassarnar, sum vóru í hølinum. Tað var ein av orsøkunum til, at eldurin breiddi seg so skjótt.
Sjálvt um niðurstøðan fyriliggur, so skrivar danska kanningarliðið nú eina frágreiðing um vitjanina á virkinum.
Tann frágreiðingin verður liðug í summar.
Leivur Persson, stjóri á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, sigur við Dimmalætting, at tey hava eisini verið á Tvøroyri og tikið myndir av brenda virkinum.
- Tá løgreglan er liðug við sítt arbeiði verður tað latið okkum, tí vit hava ábyrgd av brunatrygdini. Út frá tí kunnu vit gera nærri kanningar og læra nakað fyri eftirtíðina, sigur Leivur Persson við blaðið.
Varðin Pelagic hevur boðað frá, at virkið verður bygt uppaftur, men tað er ikki greitt, nær tað stendur klárt.
Bogi Jacobsen, sum er stjóri á Varðanum Pelagic, hevur sagt, at nú verður kannað og roknað, hvussu nógvan fisk, virkið hevði fingið hesa tíðina, og um tað til dømis loysir seg at leiga eitt móttøkuskip at virka uppsjóvarfisk.