- Tíðindi, mentan og ítróttur
Almennir bygningar rætt bjálvaðir
Vandamikla evnið, Celluplast, er ikki brúkt í nøkrum bygningi sum Landsverk hevur verið við til at byggja.
Tað upplýsir Landsverk fyri útvarpinum, sum bað um innlit.
Landsverk upplýsir, at tað snýr seg um bygningar sum Landsverk hevur verið við til at byggja, og ikki um, hvat annars er bygt í Føroyum av privatum ella kommunum.
Landsverk upplýsir, at B-bygningurin á Landssjúkrahúsinum, sum varð klæddur fyri nøkrum árum síðani, er bjálvaður við einum evni sum eitur FoamGlas. Evnið er als ikki eldfimt, og kann ikki samanberast við celluplast. Byningurin á Landssjúkrahúsinum varð bjálvaður, samstundis sum hann varð klæddur við kopari.
Landsverk sigur seg ikki vera vitandi um, at nakar bygningur sum Landsverk hevur bygt, har celluplast er brúkt sum bjálving í fasadu ella klimaskerminum.
Men vanligt er at brúka polystyren, sum er flamingo, og sum minnir um celluplast til bjálving undir lendisdekk og til soklar upp til jørð. Tað hevur einki við brunatrygdina at gera, sigur Landsverk.