- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lúka ikki krøvini
Tað sæst í svari frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, til Kára P. Højgaard, tingmann. Í 2009 kom spillivatnskunngerðin í gildi.
Kunngerðin álegði øllum kommunum at verða lidnar innan 2015. Kommunurnar, ið hava fingið spillivatnsviðurskiftini upp á pláss, eru Eiðis, Skálavíkar, Fámjins, Hovs og Sumbiar kommunur.
Fýra afturat í ár
Sambært upplýsingum hjá Umhvørvisstovuni verða fýra kommunur afturat lidnar í 2017. Í 2020 verður talið komið upp á umleið 18 kommunur, ið eru lidnar.
Í 2025 24 kommunur, og tær síðstu fimm væntast at verða lidnar innan ella í 2030. Størsta kommunan í landinum, Tórshavnar kommuna, er millum tær kommunur, sum ikki verður liðug innan ella í 2030.
Næststørsta kommunan í landinum, Klaksvíkar kommuna, verður liðug við spillvatnviðurskiftini innan ella í 2025.