Hon skal halda ólavsøkuprædikuna

Hon skal halda ólavsøkuprædikuna
Ikki færri enn átta sóknarprestar standa í røðini at prædika á fyrsta sinni ólavsøkudag
Tað verður Anne Mette Greve Klemensen, prestur í Fuglafirði, ið fer at halda prædikuna í Havnar kirkju ólavsøkudag
Mynd: folkakirkjan.fo  
 
13.06.2017 - 09:57

Tað verður Anne Mette Greve Klemensen, prestur í Fuglafirði, ið fer at halda prædikuna í Havnar kirkju ólavsøkudag, tá løgtingsfólk, landsstýrisfólk, prestar og embætisfólk ganga skrúgongu og fara í kirku, áðrenn Løgtingið verður sett.

Tað sæst á heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni. Tað er tann elsti av teimum yngru prestunum í embæti í føroysku fólkakirkjuni, ið ikki hevur prædikað á ólavsøku, ið prædikar ólavsøkudag.

Ikki færri enn átta sóknarprestar standa í røðini at prædika á fyrsta sinni ólavsøkudag. Elstur av teimum við atliti at starvsaldri er Anne Mette Greve Klemensen, skrivar fólkakirkjan.

Anne Mette Greve Klemensen gjørdist sóknarprestur í Fuglafjarðar prestagjaldi í januar 2011.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. desember
Midnáttarmessa úr Mariukirkjuni 2024
185550
Mánadag 23. desember
Jól á Quiztinum 2024
185509
Mánadag 23. desember
Morgunlestur mánadagur 23. desember 2024
185000
Sunnudag 22. desember
Jambalaja - 211224
185474
Sunnudag 22. desember
Eitt drúgt arbeiðslív í SEV (1:2)
185472
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. desember
Brotið
185554
Mikudag 25. desember
Andaktin
185552
Mikudag 25. desember
Gudstænasta úr Havnar kirkju
185555
Mikudag 25. desember
Jól í Narnia
185540
Mikudag 25. desember
Jólakonsert úr SALT 1:2
185539