Bíligasta brennievni í eitt hálvt ár

Bíligasta brennievni í eitt hálvt ár
Nú er bíligari at fylla tangan í bilinum. Prísurin á bensini og diesel er tann lægsti síðani desember í 2016
Nú er bíligari, enn tað hevur verið í eitt hálvt ár, hjá tær at fylla brennievnistangan í bilinum
 
13.06.2017 - 11:59

Hevur tú hvept teg við at fylla tangan í bilinum, tí prísurin leingi hevur verið ov høgur, so er tað kanska nú, tú skalt umhugsa at fylla brennievnistangan í bilinum aftur.

Sí prísgongdina í grafikkinum niðanfyri

Í løtuni kostar bensinið 9,41 krónur fyri liturin, og dieselolja kostar 7,48 krónur fyri liturin. Tað er lægsti prísurin í eitt hálvt ár sambært prísyvirliti hjá Magn, ið er dagført í dag.

Ikki síðani 13. desember í 2016 hevur tað verið so bíligt at fylla tangan í bilinum, sum tað er í løtuni. Tá kostaði bensinið 9,26 krónur liturin, diesel kostaði 7,36 krónur fyri liturin.

Grafikkur: Soleiðis hevur prísgongdin fyri brennievni verið síðstu seks mánaðirnar. (Kelda: magn.fo)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109