Bílari streymur til el-bilar og hitapumpur

Bílari streymur til el-bilar og hitapumpur
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, fer at leggja fram uppskot eftir ólavsøku, sum skal gera el til hitapumpur og til el-bilar bíligari
 
02.06.2017 - 08:42

Landsstýrið ætlar at loyva SEV at selja teimum, sum hava elbilar og hitapumpur, bíligari streym. 

Í fráboðan frá landsstýrisrkvinnunum Sirið Stenberg og Kristinu Háfoss stendur, at eftir ólavsøku kemur uppskot um lóg, sum skal gera el til hitapumpur og til elbilar bíligari. 

Tær siga, at arbeitt verður eisini við tilmælum um onnur ítøkilig uppskot um átøk fyri at røkka málinum hjá SEV, sum er 100 prosent grøn orka í 2030.

SEV vil hava lógarbroyting

SEV boðaði frá fyri meira enn einum ári síðani, at SEV vil selja bíligari streym til teirra, sum hava elbil ella hitapumpu, tað eru tey, sum brúka grøna orku.

SEV eftirlýsti tá lógarbroytingina, sum loyvir tí.

Sambært landsstýrinum kemur hon í løgtingið eftir ólavsøku í ár.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. apríl
Morgunlestur mikudagur 9.apríl 2025
190384
Týsdag 8. apríl
LEITISSTEIN 08.04.2025 (Hettarher)
190455
Týsdag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
190414
Týsdag 8. apríl
Morgunlestur týsdagur 8.apríl 2025
190383
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190454
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447
Týsdag 8. apríl
Fótbóltur: Føroyar - Gibraltar
190450
Mánadag 7. apríl
Hon leyp á leistum
190366