- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hann bleiv 89 ár: Roger Moore deyður
Bretski sjónleikarin, Sir Roger Moore, sum spældi leiklutin sum loyniligi agenturin, James Bond - Agent 007, í til samans sjey filmum er deyður, 89 ára gamal.
Tað skrivar familjan hjá Roger Moore í almennari fráboðan á Twitter. Sir Roger Moore doyði eftir stutta sjúkralegu við krabbameini, sigur familjan hjá Moore.
Greinin heldur fram niðanfyri
With the heaviest of hearts, we must share the awful news that our father, Sir Roger Moore, passed away today. We are all devastated. pic.twitter.com/6dhiA6dnVg
— Sir Roger Moore (@sirrogermoore) May 23, 2017
- Tað er við tungum hjørtum, at vit mugu kunngera, at pápi okkara, Sir Roger Moore, doyði eftir stutta sjúkralegu við krabbameini, skrivar familjan millum annað í fráboðanini.
Sir Roger Moore spældi leiklutin sum James Bond - Agent 007 í til samans sjey filmum frá 1973-1985. Fyrsti filmurin í røðini var Live and Let Die, tann síðsti A View to a Kill.