Kostnaðurin mettur til 150 milliónir

Kostnaðurin mettur til 150 milliónir
Landsstýriskvinnan hevur lagt uppskot fyri tingið, ið skal geva henni heimild at halda útreiðslurnar at fremja verkætlanina
Talgildu Føroyar, ið fevnir um til samans fýra verkætlanir, fer at kosta 150 milliónur krónur
 
10.03.2017 - 11:46

Talgildu Føroyar fara at kosta 150 milliónur krónur. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið, sum skal geva henni heild at halda útreiðslurnar at fremja verkætlanina.

Talgildu Føroyar eru tilsamans fýra verkætlanir - tað eru Talgildi samleikin, Borgaraportalurin, Heldin og Grunddátur. Í uppskotinum sæst, at útreiðslurnar til verkætlanina kunnu í mesta lagi vera 145 milliónir krónur.

Útreiðslurnar hjá landsstýrismanninum kunnu í mesta lagi vera 85 milliónir krónur. Samstundis verður heimilað landsstýrismanninum at gera avtalur við privatar og almennar fyritøkur, grunnar og kommunur at fíggja ein part av verkætlanini.

Landsstýriskvinnan: Størsta talgilda frambrot

Talgildu Føroyar skulu millum annað geva føroyingum eitt talgilt persónligt samleikaprógv, sum eitt nú kann nýtast til at undirskriva løgfrøðiliga bindandi avtalur.

Tað skal eisini geva føroyingum eitt persónligt login, sum skal brúkast til at innrita seg í allar skipanir hjá tí almenna geiranum, til dømis SEV, Netbankan, TAKS og so framvegis.

- Talgildu Føroyar er størsta frambrotið nakrantíð innan talgilding í Føroyum, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, ið sigur átakið gera dagligdagin lættari hjá fólki og vinnu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946