Nýggj skannaraskipan tikin í nýtslu

Nýggj skannaraskipan tikin í nýtslu
Nú ber til at avgreiða ferðafólk, sum skulu av landinum, skjótari á flogvøllinum. Vága floghavn hevur tikið eina nýggja skipan í nýtslu
Vága floghavn hevur í dag tikið eina nýggja, sjálvvirkandi skannaraskipan í nýtslu, so ferðafólk kunnu avgreiðast skjótari
 
11.01.2017 - 16:11

Skipanin lesur boardingkort/fráferðarkort hjá ferðafólkunum. Higartil hava trygdarfólk á flogvøllinum avgreitt fráferðarkortini. Í floghavnini eru tveir skannarar til boardingkort.

Eitt portur er breiðari enn hitt, og tí kunnu fólk í koyristóli ómakaleyst nýta sjálvvirkandi skipanina, sigur Vága floghavn.

- Hetta samsvarar við okkara menningarætlan, har arbeitt verður fram ímóti at hava framkomnar skipanir, sum tryggja ferðafólkunum skjóta og lætta avgreiðslu á flogvøllinum, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága floghavn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. november
LEITISSTEIN 26.11.2024 (Marius DC)
184212
Týsdag 26. november
Tíðarrák (5:5)
184198
Týsdag 26. november
Morgunlestur týsdagur 26.november 2024
184105
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095