- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vindmyllur kunnu hita Glasir
Ein leikari afturat er komin á vøllin í dystinum um hitan hjá Glasi. Á fundinum í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum í gjár kom smápartafelagið VITorka við einari loysn, sum eitur vindorka.
Felagið mælir millum annað til, at vindorka verður boðin út og nýggjar myllur settar upp. Avlopsorkan skal bjóðast út, og tann, sum ger orkuna, skal avgera, nær hon verður brúkt. Og eitt Landsorkufelag skal stovnast.
SÍ EISINI Eina viku at finna orkuloysn
Landsorkufelagið skal útbyggja grøna orku og umsita marknaðin fyri avlopsorku. Um Glasir sigur VITorka, at í dag er valið millum jarðhita við hitapumpum og fjarhita.
Men hvørgin loysnin er góð, og hvørgin er grøn, sigur VITorka. Frægasta loysnin er uttan iva jarðhitin. Men jarðhitin fer at krevja, at Sundsverkið brennir meira olju, tí jarðhiti brúkar streym.
Fjarhitin er alt annað enn ein grøn loysn. Ógvuliga stórt orkutap er í rørunum, sigur VITorka. Niðurstøðan hjá VITorku er, at mest upplagda loysnin er at brúka yvirskotsorkuna frá vindorkuni beinleiðis til at hita Glasir.