Jóhanna á Bergi forkvinna í Føroyagrunninum

Jóhanna á Bergi forkvinna í Føroyagrunninum
Leif Abrahamsen, sum hevur verið nevndarformaður, er farin úr nevndini
 
02.09.2016 - 15:30

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, er nú forkvinna í nevndini fyri Føroyagrunnin frá 1971, sum eigur partapening í J.F.K. Troli.

Tað boðar Skráseting Føroya frá.

Leif Abrahamsen, sum hevur verið nevndarformaður í fleiri ár, er farin úr nevndini.

Samstundis er Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, komin í nevndina fyri Føroyagrunnin.

Føroyagrunnurin frá 1971 eigur ein triðing í J.F.K. Troli.  Grunnurin eigur eisini partapeningin í Norðoya Íløgufelag.

Sambært Buisness Line er samlaði partapeningurin í Føroyagrunninum frá 1971 20 milliónir kr. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV