- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýútbúgvin fáa ikki størv
Tað sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum, við Skúlablaðið. Lærarafelagið sendi spurnarbløð til tey 26, sum fingu læraraprógv á Námsvísindadeildini í summar, 25 svaraðu.
Eingin teirra hevur fingið fast starv í fólkaskúlanum. 13 hava fingið tíðaravmarkað starv, tað er í eitt skúlaár, og fýra hava fingið starv í styttri tíð enn tað, heilt niður í ein mánað.
Av teimum átta, sum ikki hava fingið starv, hava tvey ikki søkt um arbeiði í fólkaskúlanum. Onkur søkti 26 størv, og í miðal sendu fólk átta umsóknir um arbeiði.
Útlitini ikki góð
Summi teirra, sum hava fingið arbeiði, hava langa leið til arbeiðis. Seks lærarar skulu koyra í miðal 78 km aftur og fram til arbeiðis. Onkur koyrir 170 kilometrar sambært formanninum í Lærarafelagnum og Skúlablaðnum.
Næsta summar koma millum 25 og 30 nýútbúnir lærarar afturat. Og útlitini fyri at fáa arbeiði eru alt annað enn góð, sigur Herálvur Jacobsen.
Barnatalið minkar støðugt, og tepra játtanin til fólkaskúlan gevur ikki rúm fyri at gagnnýta útbúnu lærararnar, sigur formaðurin í Lærarafelagnum.