- Tíðindi, mentan og ítróttur
Advokatur: Hon skuldi sagt frá fyrst
Tá aðalstjórin í Heilsu- og Innlendismálaráðnum stendur á odda í álvarsligum starvsfólkamáli, samstundis sum aðalstjórin er næstforkvinna í fakfelagnum, sum umboðar starvsfólkið í stríðnum, so kann spurnartekn setast við gegnið hjá Turid Arge, aðalstjóra.
Tað sigur Bjørn á Heygum, advokatur. Hann sigur, at tá aðalstjórin, sum viðger starvsfólkamálið, samstundis er næstforkvinna í Tænastumannafelagnum, sum umboðar starvsfólkið, so er eingin ivi um, at Turid Arge átti at havt boðað frá hesari ivasomu støðuni.
SÍ EISINI Boðaði ikki frá dupultleikluti
Sambært fyrisitingarlógini er ein persónur, ið virkar í almennu fyrisitingini, ógegnigur, um so er, at viðkomandi er nær knýttur at einum felag, sum hevur ein serstakan áhuga í úrslitinum av málinum.
Fyrisitingarlógin grein 3, stk. 1, nummar 3 sigur soleiðis:
"Persónur, sum virkar innan almennu fyrisitingina, er ógegnigur, um so er, at viðkomandi er við í leiðsluni ella á annan hátt hevur nært tilknýti til eitt felag, ein felagsskap ella annan privatan løgfrøðiligan persón, ið hevur ein serstakan áhuga í úrslitinum av málinum."
SÍ EISINI - Dupultleiklutur ikki ein trupulleiki
Víðari stendur so í lógini, at er ein kunnigur við, at tað eru viðurskifti, sum eru nevnd í tí greinini omanfyri, so skal viðkomandi – altso í hesum førinum Turid Arge aðalstjóri – sitat: "sum skjótast boða yvirmanni sínum frá hesum, um tað ikki er eyðsæð, at hesi viðurskifti eru uttan týdning".
Bjørn á Heygum, advokatur, heldur ikki, at tað "er eyðsæð, at hesi viðurskifti eru uttan týdning," tí – sum hann sigur – so er tilknýtið til Tænastumannafelagið formliga so sterkt, Turid Arge er jú næstforkvinna í Tænastumannafelagnum, at spurnartekn kann setast við hennara gegni í málinum.
SÍ EISINI Aðalstjórin dregur í land