Semingsfólk skulu loysa trætur um upphavsrætt

Semingsfólk skulu loysa trætur um upphavsrætt
Landsstýriskvinnan í mentamálum kann nú seta óheft semingsfólk at loysa trætur um upphavsrætt sambært nýggjari kunngerð
 
26.08.2016 - 09:07

Sambært nýggjari kunngerð kunnu tey, sum klandrast um upphavsrætt til vard verk og til dømis um samsýning fyri at brúka verk, sum lógin um upphavsrætt verjir, biðja landsstýrisfólkið í mentamálum tilnevna óheft semingsfólk.

Samstundis sum partarnir geva landsstýrisfólkinum uppskot um semingsfólk, lata teir tilmæli um, hvussu nógv semingsfólkið skal hava fyri ómakin.

Kunngerðin sigur, at semingsfólkið og varasemingsfólkið skulu vera løgfrøðingar og hava innlit í upphavsrætt. Partarnir, sum vilja hava seming, rinda tað, sum semingin kostar, so sum samsýningina hjá semingsfólkinum.

Fyri at tryggja, at semingsfólkið fær sínar pengar, skal metti kostnaðurin latast peningastovni í varðveitslu, áðrenn semingsroyndin byrjar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV