44 næmingar á serbreytum

44 næmingar á serbreytum
Nú nýtt skúlaár er byrjað, eru 44 næmingar á serbreyt ella í serflokki í miðnámsskúlunum í Føroyum.
44 næmingar ganga á serbreyt ella í serflokki í miðnámsskúlunum. Í Hoydølum eru tveir serflokkar fyri næmingar við autismu
 
25.08.2016 - 08:14

Í gjár kunngjørdi Mentamálaráðið námsskipan fyri hesar serbreytir, so skúlaleiðslur og lærarar hava sama leist at leggja skúlagongdina til rættis eftir.

Serbreytir eru í Miðnámi á Kambsdali, í Tekniska skúla í Klaksvík og í Glasi í Smiðjugerði. Harfturat eru tveir serflokkar fyri næmingar við autismu í Glasi í Hoydølum.

Flokkarnir í Hoydølum ganga tó eftir vanligum námsætlanum. Námsskipanin fyri serbreytirnar er gjørd eftir sama leisti sum námsætlanirnar í miðnámsskúlunum.

SÍ EISINI Fleiri skúlatilboð til ung við serligum tørvi

Námsskipanin nevnir tó ikki ítøkiligar lærugreinar, men lýsir kjarnuøki og ískoytisøki sum høvuðsbul í útbúgvingini.

Harumframt lýsir hon samleika, endamál, innihald, tímatal, førleikamál, eftirmeting og próvtøku, og hvussu undirvísingin skal skipast.

Námsskipanin til serbreytirnar í miðnámsskúlunum kann síggjast á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum, mmr.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV