Nýggj ferðaætlan skjótt klár

Nýggj ferðaætlan skjótt klár
Strandferðslan er nú liðug við eitt nýtt uppskot um ferðaætlanina hjá Teistanum, eftir at rok varð um ætlaðu broytingarnar fyrr í august
 
24.08.2016 - 16:31

Tað váttar Hilmar Eliasen, stjóri. Nýggja ferðaætlanin verður almenn fyrsta dagin, sigur strandferðslustjórin. Hann hevði fund við manningina á Teistanum 18. august um ferðaætlanina.

- Eg haldi, at uppskotið um nýggju ferðaætlanina hjá Teistanum leggur upp fyri ymisku sjónarmiðunum, og hvat vit sum reiðarí hava orku til, sigur Hilmar Eliasen við útvarpið.

Nógv mótmæli komu úr Hesti og Sandoynni, og politikarar funnust eisini at ætlanini hjá Strandferðsluni at gera smærri broytingar í ferðaætlanini um Skopunarfjørð fyrst í august. Tær flestu broytingarnar vórðu síðani tiknar aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV