- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brann hevur keypt Gilla Rólantsson
Brann hevur keypt Gilla Rólantsson
Gilli Rólantsson skal nú spæla fyri norska felagið Brann
18.08.2016 - 10:52
Føroyski landsliðsleikarin, Gilli Rólantsson, hevur nú skift danskan fótbólt út við norskan.
Ítróttarstjórin hjá Aab, Allan Gaarde sigur við bold.dk, at upprunaliga ætlaði felagið ikki at selja Gilla.
Men sambært Allan Gaarde, var Gilli sjálvur áhugaður í at sleppa at spæla fyri norska felagið, tá tað vísti áhuga fyri honum.
Brann, sum hevur heimstað í Bergen, er í løtuni á triðja plássi í norsku tippiliguni. Sunnudagin spælir Brann á heimavølli ímóti oddaliðnum, Rosenborg.
Sambært in.fo er sáttmálin millum føroyska landsliðsleikaran og Brann galdandi fram til 2018.
Gilli Rólantsson spældi 28 dystir fyri AaB, og hann skoraði eitt mál.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV