Nýggi íslendski forsetin tekur við í dag

Nýggi íslendski forsetin tekur við í dag
Ólafur Ragnar Grímsson hevði seinasta arbeiðsdag í gjár
 
01.08.2016 - 07:42

Ísland fær nýggjan forseta í dag.

Seinasti dagurin hjá Ólafi Ragnari Grímssoni í embætinum var í gjár.  

Og seinnapartin í dag tekur Guðni Thorlacius Jóhannesson við. Hann verður sætti forseti Íslands síðani 1944, tá Ísland gjørdist sjálvstøðugt land.

Ólafur Ragnar Grímsson, sum er 73 ára gamal, var forseti í 20 ár. Eingin hevur verið forseti í Íslandi so leingi sum hann. 

Ólafur Ragnar Grímsson fór frá á midnátt. Til seinnapartin í dag, tá nýggi forsetin tekur við, er forsetavaldið í hondunum hjá forsætisráðharranum, formanninum í Hægstarætti og formanninum í altinginum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV