Nógvur makrelur norðanfyri

Nógvur makrelur norðanfyri
Meira av makreli er í føroyskum øki í ár í mun til fjør.
 
27.07.2016 - 16:10

Tóndur í Gøtu er júst liðugur við kanningar av uppsjóvarfiski í føroyskum øki, og fyribilsúrslitini vísa, at nøgdin av makreli er størri í ár enn í fjør, skrivar Havstovan. 

Eisini meira sild varð fingin í føroyskum øki í ár. Veiðan av makreli og sild vísti, at mesti makrelurin stóð norðanfyri og í ein landnyrðing úr Føroyum, og á Íslandsrygginum, meðan sildin var eystan fyri oyggjarnar og í ein útnyrðing móti Íslandi. 

Fyrivarni skal tó takast fyri, at kanningarøkið ikki er tað sama sum í fjør. Endaligu úrslitini verða tøk, eftir at øll skipini eru liðug við kanningarnar um hálvan august, sigur Havstovan á heimastovuni hav.fo.
 
Nógvur smáur svartkjaftur stóð spjaddur um alt kanningarøkið. Hetta er fyri tað mesta tvey og trý ára gamal óbúgvin svartkjaftur, umleið 22-24 cm til longdar og vigar knapt 85 g í miðal.
 
Kanningin er skipað sum altjóða felagskanning undir ICES, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Íslandi og Grønlandi. Samlaða nøgdin av makreli, sild og svartkjafti, har tølini frá øllum rannsóknarskipunum verða við, verður roknað á fundi í Bergen um miðjan august.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV