Hava fingið loyvi at fiska

Hava fingið loyvi at fiska
 
27.07.2016 - 14:17

Skipini, sum keyptu á royndaruppboðssøluni hjá Fiskimálaráðnum, hava fingið fiskiloyvi frá Vørn. 

Higartil er alt selt uttan 20.000 tons av svartkjafti, sum skulu seljast um ein góðan mánað. 

Tey verða seld í tveimum: Fiskamarknaðurin selur 10.000 tons, og Vørn selur 10.000 tons á afturlatnari uppboðssølu.

Higartil er selt fyri 57 og eina hálva millión krónur á uppboði.

Seld eru 9.000 tons av makreli, 4.000 tons av norðhavssild og 3.000 tons av botnfiski í Barentshavinum.

11 skip keyptu á uppboðssølunum. 

Bara skipini, sum fiskurin varð keyptur til á uppboðunum, kunnu fiska hann.  

Botnfiskurin úr Barentshavinum SKAL landast í Føroyum og bjóðast út til føroysk virki, sama um hann er virkaður umborð ella ikki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV