Vørn ikki heimild at taka avgerð

Vørn ikki heimild at taka avgerð
Vørn hevur ikki heimild at taka avgerð í trætumálum millum reiðarar og manningarfeløg. Tað sigur Vørn í tíðindaskrivi.
 
26.07.2016 - 13:29

Vørn hevur ikki heimild at nokta reiðaranum á Norðingi rætt at keypa kvotur á uppboðssølu, um viðkomandi lýkur treytirnar fyri at keypa, ið eru ásettar í kunngerðini um uppboðssølu av makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í 2016. 

Treytirnar fyri at keypa, sambært grein 2 í kunngerð nr. 78 frá 29. juni 2016, eru, at eigarin skal hava fiskifar undir føroyskum flaggi, sum hevur veiðiloyvi. Afturat hesum hevur Vørn skyldu at tryggja, at keyparar seta nøktandi trygd fyri, at peningurin verður goldin, sigur Vørn í tíðindaskrivinum.

Vørn hevur ikki heimild at seta aðrar treytir til reiðarar, sum keypa kvotur á uppboði, ella at taka avgerð í trætum millum reiðarar og manningarfeløg.
Vørn sigur seg ikki skilja Axel Hansen, nevndarlim í Føroya Fiskimannafelag, tá hann sigur, at Vørn ikki hevur hildið sínar skyldur í samband við uppboðssølurnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV