Føroysku liðini liðug

Føroysku liðini liðug
Hvørki HB, Víkingur ella NSÍ spæla fleiri dystir í Evropa League í ár. Tað er greitt eftir teir tríggjar dystirnar hóskvøldið
 
08.07.2016 - 09:03

Á Svangaskarði spældu Víkingur og Ventspil úr Letlandi. Dysturin endaði 2-0 til gestirnar. Víkingur fekk tunga mótbrekku, tí tá 60 minuttir vóru farnir av dystinum, vóru teir 9 móti 11.

Í 52. minutti fekk Andreas Olsen sítt seinna gula kort og mátti av vøllinum, og í 60. minutti hendi tað sama við Hans Jørgeni Djurhuus. Víkingur spældi sostatt við 9 monnum í góðan hálvan tíma. Dysturin endaði 2-0 til Ventspil, júst sum tann fyrri dysturin.

Í Gundadali spældu HB og FC Levadia Tallin, tann dysturin endaði eisini við 2-0 sigri til gestirnar. Fyrri dysturin endaði við 1-1 javnleiki, so samanlagt vann estiska liðið 3-1.

NSÍ legði rygg til stórtap í Hvíta Russlandi í gjárkvøldið, teir taptu 5-0 fyri Shakhtyor Soligorsk, hálvleiksstøðan var 2-0.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Leygardag 25. januar
Morgunlestur leygardagur 25. januar 2025
186428
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519