Messi dømdur fyri skattasvik

Messi dømdur fyri skattasvik
Heimskendi fótbóltsspælarin, Lionel Messi, er dømdur 21 mánaðar treytaða fongsulsrevsing fyri svik við skatti
Barcelona-spælarin, Lionel Messi, er dømdur 21 mánaðar treytaða fongsulsrevsing tí hann hevur svikað við skatti, er niðurstøðan hjá rættinum
Mynd: AP  
 
06.07.2016 - 14:08

Lionel Messi, heimskendi argentinski fótbóltsspælarin, sat í juni á ákærubeinkinum. Nú er dómur fallin í málinum, skrivar tíðindastovan, Reuters.

Bæði hann og pápin eru dømdir 21 mánaðar treytaða fongsulsrevsing tí teir hava svikað við skatti. Tað er niðurstøðan hjá rættinum í Barcelona.

Messi skal, umframt treytaða fongsulsdómin, eisini gjalda eina bót til spanska landskassan, 3,7 milliónir evrur, skrivar tíðindastovan, AFP.

Svikaðu fyri 40 milliónir

Málið móti Lionel Messi og pápanum, Jorge Horacio Messi, kom undan kavi í 2013. Sambært ákærumyndugleikanum fór skattasvikið fram frá 2007-2009.

Messi-familjan hevur snýtt skattamyndugleikarnar fyri meira enn 30 milliónir krónur við at brúka feløg í Belize og Uruguay, siga myndugleikarnir í Spania.

Peningurin, teir nú eru dømdir fyri at hava svikað við, stavar frá stórum sponsoravtalum við fleiri stór feløg, sambært skattamyndugleikunum í landinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. november
Norðurljóð 25.november 2024
184142
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Mánadag 25. november
Lesikrókurin 24 nov 2024
184113
Mánadag 25. november
Morgunlestur mánadagur 25.november 2024
184104
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982