- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kunnu nú bjóða upp á arbeiðið
Listprýðisnevndin fyri Glasir søkir eftir listafólki at koma við uppkasti til listprýðing. Listin skal vera á høgum, listarligum stigi og í nøktandi samspæli við arkitekturin og tí virksemi og teimum fólkum, ið bygningurin skal hýsa.
Freistin at bjóða seg fram, at standa fyri arbeiðnum at listprýða Glasir, er úti 29. august. 31. oktober skal tann, ið fær uppgávuna, leggja eitt uppskot fyri listprýðisnevndina.
Tríggjar milliónir settar av
Út frá uppkøstunum velur listprýðisnevndin tey listafólk út, ið nevndin metir eiga at fáa høvi at gera gjølligari uppskot til listprýðing á ávísum støðum í bygninginum.
Listafólkini verða vald út grundað á metingar av dygdini í uppkøstunum og samspælinum við staðið, arkitekturin, skúlan og brúkararnar.
Tríggjar milliónir krónur eru settar av til at listprýða skúladepilin við Marknagil. Øll listaverk skulu vera liðug og sett upp, tá Glasir verður tikin í brúk næsta summar.