Norðmaður venur norðurkoreiska fótbóltslandsliðið

Norðmaður venur norðurkoreiska fótbóltslandsliðið
Jørn Andersen hevur skrivað undir eitt árs-sáttmála við NorðurKorea, skrivar NRK
Jørn Andersen verður landsliðsvenjari hjá norðurkoreiska fótbóltslandslinum
Mynd: AP  
 
12.05.2016 - 16:31

Fyrrverandi professionelli Bundesliga-fótbóltsspælarin vandi Austria Salzburg til desember í fjør. Norðmaðurin hevur eisini verið venjari í týska Karlsruhe, men fekk fótin í 2012. 

Sum spælari var hann tíðarinnar fyrsti útlendski toppskorari í týsku Bundesliguni í 1990.

Aftanfyri Føroyar

NorðurKorea hevur luttikið í tveimum HM-endakappingum, í 1966 og so ikki aftur fyrr enn í 2010. FIFA sitaði Norðurkorea sum nummar 112, og nummar 15 í Asia. Til samanberingar eru Føroya sitaðar sum nr 90.

Jørn Andersen hevur fyrr spælt fyri feløgini Vålerenga, Núrnberg, Eintracht Frankfurt, Fortuna Dússeldorf, Hamburger SportsVerein og Dynamo Dresden.

Jørn Andersen byrjaði sum venjari í NorðurKorea fyri tveimum vikum síðani.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035