Kærumál ikki avgreitt enn

Kærumál ikki avgreitt enn
Kærunevndin í lendismálum hevur enn ikki tikið avgerð í málinum um vegin oman fyri Hvítanes til munnan í Eysturoyartunlinum
Kærunevndin í lendismálum fekk herfyri eina kæru um vegin oman fyri Hvítanes til munnan í Eysturoyartunlinum. Kærarin skal fyrst fáa at vita, um hann kann kæra
 
14.04.2016 - 16:18

Tann, sum kærdi, skal fyrst fáa at vita, um hann hevur kærurætt. Svarið er ikki klárt at senda enn, sigur Elsa Østergaard, forkvinna í Kærunevndini í lendismálum.

Nevndin hevur fingið kæru um vegin oman fyri Hvítanes til munnan í Eysturoyartunlinum. Vegurin er, sambært kæruni, brot á byggisamtyktina fyri Hvítanes.

SÍ EISINI Viðgera nú kæruna um tunnilsveg

Kærunevndin í lendismálum viðgjørdi kæruna í gjár. Nevndin skuldi í fyrsta umfari avgera, um hon hevur heimild at viðgera kærunu, og um tann, sum kærdi, hevur kærurætt, tað er hevur rættarligan áhuga í málinum.

Nevndin hevur heimild at viðgera øll mál um býarskipan. Forkvinnan í nevndini vil ikki siga, um kærarin hevur kærurætt, fyrr enn hann sjálvur hevur fingið tað at vita skrivliga.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109