Tvey harðskapsmál

Tvey harðskapsmál
Ein maður er sparkaður og sligin og hevur helst brotið nøsina í nátt. Løgreglan viðger tvey harðskapsmál eftir vikuskiftið
 
06.03.2016 - 10:23

Løgreglan viðger tvey mál um harðskap, sum eru hend í náttarlívinum í Havn um vikuskiftið. 

Í fyrra førinum er ein maður sligin og hevur fingið smávegis skaða, men í seinna málinum er talan um grovari harðskap.

Sambært løgregluni er ein maður illa farin í andlitið og hevur brotið nøsina - helst tí hann er bæði sligin og sparkaður.  

Eingin hevur sæð hendingina, men maðurin, ið hevur verið fyri harðskapinum, sigur seg kenna gerningsmannin. Løgreglan ætlar at avhoyra viðkomandi seinni í dag.

Umframt harðskapsmálini, hevur løgreglan havt eitt rúsevnamál fyri og seinnapartin í gjár varð ein maður handtikin fyri at koyra við kenning í Havn.

Nógv fólk hevði leitað sær í býin um alt landið í góðveðrinum í nátt, og tá so er, roynir løgreglan altíð at gera seg sjónliga til tess at forða fyri illsemjum og harðskapi. 

- Ofta eydnast okkum at fyribyrgja harðskapi, men vit kunnu ikki vera allastaðni allatíðina, sigur løgreglan í stuttari viðmerking.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. januar
Brot úr Føroya søgu
186737
Hósdag 23. januar
Morgunlestur hósdagur 23. januar 2025
186426
Mikudag 22. januar
Dansival 15 januar 2025
186695
Mikudag 22. januar
Góðan morgun Føroyar
186679
Mikudag 22. januar
Morgunlesturin mikudagur 22.januar 2025
186425
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519