- Tíðindi, mentan og ítróttur
Streymslit í Havn
Streymslit í Havn
Nógvur grevstur í Vesturbýnum førdi til streymslit í nátt
06.03.2016 - 10:32
Seint í gjárkvøldið fór streymurin í einum stórum parti av Vesturbýnum í Havn og hann var burtur í hálvanfjórða tíma.
Orsøkin var tvær villur á háspenningsnetinum, sigur Jón Nielsen, frá SEV.
Grivið verður í økinum í løtuni, og tað er helst orsøkin til, at villurnar eru íkomnar, sigur Jón Nielsen.
Grivið verður í sambandi við brúnna um Sandá, umframt at kommunan leggur kloakk í økinum.
Í fyrstu atløgu varð streymurin lagdur um, so økið fekk streym frá øðrum skipanum, men villan verður rættað aftur í dag, sigur Jón Nielsen.
Streymurin fór klokkan hálvgum tólv í gjárkvøldið, og tey seinastu húsini fingu hann aftur um trý-tíðina í morgum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV