- Tíðindi, mentan og ítróttur
Soleiðis sær ein bilur fyri 18 milliónir út
Bugatti Chiron er júst avdúkaður á bilframsýning í Geneve. Bugatti Chiron hevur 1500 hestakreftir, 1600 Newton-metur í snúningsmátti, og hann kostar um 18 milliónir krónur.
Bugatti-samtakið lovar, at Chiron er heimsins mest luksusútgjørdi, sterkasti og skjótasti bilur.
Orka, sum vil nakað
Bilurin hevur 8-litrar W16 motor – eins og Veyton – og hevur fýra turboir, sum geva 1.500 hestakreftir og stórfingar 1.600 Newton-metrar í snúningsmátti.
Men samanborið við undangongubilin, Bugatti Veyron, eru kritikkarar vónbrotnir um toppferðina.
Greinin heldur fram niðanfyri myndina
Ferðmálarin gongur upp í 500, og bara 500 Bugatti Chiron-bilar verða gjørdir
Koyrikortið kann rúka
Ferðmátarin í Bugatti Chiron gongur upp í 500 km/t, og hildið verður, at bilurin kann koyra upp í 460 km/t. Men dekkini gera, at toppferðin hjá Chiron eletroniskt verður avmarkað til 420 km/t.
Bugatti vil einki annað siga um dikferðina – aksalerasjónina – úr 0 upp í 100 km/t enn, at hon verður niðanfyri 2,5 sekund. Men at koma úr 0 upp í 300 km/t fer tó at taka 13,6 sekund í einum Chrion.
Fyrsti bilurin verður seldur í august 2016, og bara 500 verða gjørdir. Hann kostar einar 18 milliónir krónur.