- Tíðindi, mentan og ítróttur
- Hølisviðurskiftini mugu fyrst fáast upp á pláss
Fyrsta fortreyt fyri skúlasamanlegging er, at karmarnir eru í lagi. Tað sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum, við Skúlablaðið.
Føroya Lærarafelag ávaraði ímóti at fara undir at leggja stóru skúlarnar í Klaksvík saman - eins og í Havn - áðrenn hølisviðurskiftini vóru fingin upp á pláss.
Tí undrar tað ikki formannin í Føroya Lærarafelag, at álitisfólkini í Skúlanum á Fløtum í Havn og Skúlatrøð í Klaksvík siga frá truplu umstøðunum at samansjóða skúlarnar.
SÍ EISINI Ætlanin er góð á pappírinum
- Fyrsta treytin fyri samanlegging er, at formligu viðurskiftini eru komin upp á pláss, og at fysisku karmarnir eru í lagi, sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum.
- Skulu lærararnir í skúlunum, sum leggja saman, samansjóðast, mugu teir hittast í tí dagliga, á lærarastovuni og fríkorterunum, sigur Herálvur Jacobsen.
Hann heldur, at lærarar og næmingar í fyrrverandi Venjingarskúlanum eru í teirri støðu, at teir eru vavdir upp í vánaligu hølisviðurskiftini í fyrrverandi Kommunuskúlanum, soleiðis at umstøðurnar hjá øllum eru meiri og minni ótolandi.
- Eftir mínum tykki átti at verið bíðað við at lagt skúlarnar saman, til fyrsta byggistig stóð liðugt, sigur Herálvur Jacobsen, sum er formaður í Lærarafelagnum.