- Tíðindi, mentan og ítróttur
Broytingaruppskot til hoyringar av nýggjum
Uttanríkis- og vinnumálaráðið hava sent broytingarnar í matvørulógini til hoyringar av nýggjum. Endamálið við lógarbroytingunum er tó framvegis tað sama.
Tað er, at loyvt skal vera at selja seyðakjøt og neytakjøt, sum ikki eru virkað í løggildum matvøruvirki, í smásølu og ikki bara í durasølu sum nú.
Nýggja uppskotið er meira nágreiniligt enn tað gamla. Nú stendur í viðmerkingunum, at seyðakjøt og neytakjøt, sum ikki er virkað í løggildum virki, kann seljast í matvøruhandlum, í torgsølu og á matstovu.
SÍ EISINI Bæði fyrimunir og vansar í broytingaruppskoti
Matstovur vórðu ikki nevndar í viðmerkingunum um fyrra uppskotið. Lógarbroytingin umfatar eisini ræst kjøt og turt kjøt, sum annars hava undantak til 1. januar 2017.
Samstundis er Fólkaflokkurin komin við uppskoti, sum við neyvum ásetingum skal verja føroyska matmentan móti ásetingum, sum óneyðuga kunnu vera við til at minka útboðið av føroyskt framleiddum matvørum og darva menningini bæði av siðbundnu føroysku matvørunum og føroyskari gastronomi yvirhøvur.
Endamálið er eisini, sigur Fólkaflokkurin, at allar føroyskar rávørur skulu koma til sættis.