Helvtin av øllum fólkum nærsýnt í 2050

Helvtin av øllum fólkum nærsýnt í 2050
Helvtin av heimsíbúgvunum, nærum fimm milliardir menniskju, fara í 2050 at vera nærsýnt, um gongdin heldur fram, ávara granskarar
Í ár 2050 ár er helvtin av øllum fólkum í heiminum nærsýnt, meta granskarar. Neyðugt er at raðfesta eygnarøkt, halda granskararnir
 
19.02.2016 - 16:29

Talið av nærsýntum menniskjum verður væntandi sjeyfaldað frá ár 2000 til 2050 við nærsýni sum høvuðsorsøk til blindni á heimsstigi, vísir nýggj kanning, skrivar sciencedaily.com .

Granskarar skriva í frágreiðing, at orsøkin til skjóta vøksturin er at finna í umhvørvinum og broytingar í lívsstílinum, og at vit uppihalda okkum styttri uttandura, sum annars er fyrimunur fyri eygað, at arbeiða við nær og fjar.

Fólk mugu raðfesta eygnarøkt

Úrslitið vísir á størri almennan heilsutrupulleika, har granskarar vísa á, at vit eru noydd at leggja til rættis eygnarøkt fyri at standa ímóti stóru hækkingini.

- Vit eru noydd at tryggja, at børnini hjá okkum kunnu fara til regluligt eftirlit hjá einum optikara ella eygnalækna, helst einaferð um árið, so at vit kunnu seta í verk fyribyrgjandi framtíðaræltanir, nú vandin lúrir.

Tað sigur Kovin Naidoo, professari og leiðari fyri Brien Holden Vision Institute við lærda háskúlan í New South Wales í Avstralia, sum hevur skipað granskingina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. januar
Bolero - Tónleikur til veturin
186189
Sunnudag 12. januar
Guðstænasta í Vestmanna kirkju
186188
Leygardag 11. januar
Jambalaja - 110125
186171
Leygardag 11. januar
2. Upp á tá - 100125
186170
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. januar
Guðstænasta úr Vestmanna kirkju
186190
Leygardag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2025
186182
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081