Fleiri skúlatilboð til ung við serligum tørvi

Fleiri skúlatilboð til ung við serligum tørvi
Tvær nýggjar serbreytir verða á teknisku skúlunum, og serbreytin á Kambsdali, sum byrjaði í fjør, tekur nakrar næmingar inn aftrat næsta skúlaár
 
18.02.2016 - 08:12

Ung, sum hava serligan tørv, fáa nú fleiri miðnámsskúlatilboð. Tvær nýggjar serbreytir verða á teknisku skúlunum, og serbreytin á Kambsdali, sum byrjaði í fjør, tekur nakrar næmingar inn aftrat næsta skúlaár.

Tað upplýsir Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum. Serbreytirnar í handverksyrkinum vera á Glasi og á Tekniska skúla í Klaksvík.

Glasir bjóðar yrkisgreinar í timbri, klædnaatsstøði og bili, og Tekniski skúlin í Klaksvík fer at bjóða yrkisgreinar í timbri og matvøruatstøði.

Tilboðini samskipað við Almannaverkinum

Serbreytirnar í handsverksyrkinum er ætlaðar næmingum, sum ikki megna at fáa fulla útbúgving í verandi útbúgvingarskipan.

Níggju pláss vera á serbreytini á Glasi, og seks pláss verða á Tekniska skúla í Klaksvík. Serbreytin á Kambsdali tekur fýra næmingar aftrat.

Skúlatilboðini verða samskipað við stuðulsfyriskipanir hjá Almannaverkinum eftir tørvi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. januar
Brot úr Føroya søgu
186737
Hósdag 23. januar
Morgunlestur hósdagur 23. januar 2025
186426
Mikudag 22. januar
Dansival 15 januar 2025
186695
Mikudag 22. januar
Góðan morgun Føroyar
186679
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519