Fleiri eldri fólk arbeiða

Fleiri eldri fólk arbeiða
Fleiri og fleiri halda fram at arbeiða eftir at tey fylla 67 ár. Í fjør vóru 1132 fólkapenjónistar á arbeiðsmarknaðinum í Føroyum
Alsamt fleiri eldri føroyingar arbeiða. Í fjør vóru 1132 fólkapenjónistar á arbeiðsmarknaðinum í Føroyum
 
17.02.2016 - 09:12

Hetta eru fólk millum 67 og 74 ár. Talið veksur so líðandi, upplýsir Hagstovan. Í fjør fóru 83 fleiri pensjónistar til arbeiðis enn í 2014.

Fyri tíggju árum síðani, í 2005, arbeiddi fjórði hvør pensjónistur. Nú arbeiðir triði hvør. Annars eru 700 løntakarar lagstir afturat um árið seinastu tvey árini.

Í november í fjør vóru 24.946 løntakarar í Føroyum, 688 fleiri enn árið fyri. Hagstovan sigur, at afturgongdin, sum kom eftir fíggjarkreppuna í 2008, er vunnin innaftur.

Enn er tó nakað eftir til metið, sum er frá 2007. Tað árið vóru 26.000 løntakarar í Føroyum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. januar
Brot úr Føroya søgu
186737
Hósdag 23. januar
Morgunlestur hósdagur 23. januar 2025
186426
Mikudag 22. januar
Dansival 15 januar 2025
186695
Mikudag 22. januar
Góðan morgun Føroyar
186679
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519