- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri løntakarar í Føroyum
Tað eru 688 fleiri løntakarar enn árið fyri. Hagstovan sigur, at afturgongdin, sum var eftir fíggjarkreppuna í 2008, er vunnin innaftur.
Í 2007 vóru 26.000 løntakarar, og tað er tað mesta nakrantíð. Men síðani fóru 2500 úr vinnu, og í 2011 vóru bara 23.300 løntakarar eftir.
Ikki fyrr enn í 2014 var verulig framgongd, og nú eru umleið 25.000 løntakarar, ella umleið tað sama sum undan fíggjarkreppuni.
Framgongd í øllum vinnubólkum
Í fiski-, ali- og aðrari ráevnisvinnu vóru 4.300 løntakarar í november í fjør. Í byggivinnuni vendi gongdin í 2013, og tá var framgongd fyri fyrstu ferð í seks ár. Í fjør arbeiddu 3.431 fólk í byggivinnuni.
Minni framgongd var í privatu og almennu tænastuvinnuni enn í framleiðsluvinnuni. Í privatu tænastuvinnuni starvaðust 8.214 løntakarar í fjør, og í almennu tænastuvinnuni starvaðust góð 9.000 fólk.
Almennu tænasturnar vórðu ikki so meint raktar av fíggjarkreppuni sum hinir vinnubólkarnir, og síðani 2008 hevur verið ein lítil vøkstur. Í fjør fór talið av starvsfólki í almennum tænastum fyri fyrstu ferð upp um 9.000, vísa tølini hjá Hagstovuni.