Báðir hagapartarnir skjótt vetrarfriðaðir

Báðir hagapartarnir skjótt vetrarfriðaðir
Kommunan á Eiði hevur gjørt avtalu við annan av hagapørtunum í bygdini um vetrarfriðing. Hin hagaparturin varð vetrarfriðaður í fjør
Eiðis kommuna hevur gjørt sáttmála við Norðurhelvt, annan av hagapørtunum, um vetrarfriðing. Kommunan gjørdi í fjør avtalu við hin hagapartin um vetrarfriðing
 
15.02.2016 - 11:25

Eiðis kommuna hevur gjørt sáttmála við Norðurhelvt, annan av hagapørtunum, um vetrarfriðing. Kommunan gjørdi í fjør sáttmála við hin hagapartin, Suðurhelvt, ið eisini hevur vetrarbit í bygdini.

Arbeiðið at vetrarfriða er drúgt, men nú sáttmálarnir eru komnir undir land, er klárt at vetrarfriða, og arbeiðið byrjar eftir ætlan í summar, skrivar heimasíðan hjá Eiðis kommunu.

Kommunan samtykti í fjør, at sáttmálarnir skuldu í mesta lagi kosta kommununi 1,2 milliónir fyri mist vetrarbit, og hámarkið heldur. Enn er ymist eftir at gera, eitt nú skulu rulluportur endaliga staðsetast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. januar
Brot úr Føroya søgu
186737
Hósdag 23. januar
Morgunlestur hósdagur 23. januar 2025
186426
Mikudag 22. januar
Dansival 15 januar 2025
186695
Mikudag 22. januar
Góðan morgun Føroyar
186679
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519