Ikki fleiri túrar í bræði

Ikki fleiri túrar í bræði
Hóast peningur er til tað, so kemur triði túrurin hjá Smyrli hósdag ikki í ferðaætlanina fyribils, sigur landsstýrismaðurin í samferðslumálum
Triði túrurin hjá Smyrli kemur ikki í ferðaætlanina fyribils, tí Smyril í hesum døgum leggur um frá tungolju til dieselolju
 
11.02.2016 - 18:09

Hóast peningur er settur av á fíggjarlógini til ein túr aftrat hósdag millum Havnina og Krambatanga, so kemur triði túrurin ikki í ferðaætlanina fyribils, tí Smyril í hesum døgum leggur um frá tungolju til dieselolju.

Tað slepst ikki undan trupulleikum, meðan lagt verður um. Tað upplýsti Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, í tinginum í gjár, tá hann svaraði einum munnligum fyrispurningi frá Jacobi Vestergaard, løgtingsmanni.

Jacob Vestergaard vil eisini hava at vita frá Henriki Old, hvussu gongst at fáa internetviðurskiftini umborð á Smyrli uppstigað.

Landsstýrismaðurin segði, at nú verður uppstigað til 3G á farleiðini millum Havnina og Krambatanga: segði Henrik Old, landsstýrismaður, í tinginum í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519