- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggj miðnámsskúlaútbúgving í Suðuroy
Nýggj miðnámsskúlaútbúgving í Suðuroy
Enn ein útbúgving verður nú sett á stovn í Suðuroynni. Næsta ár ber til at taka FHS-yrkisnámsútbúgving á Miðnámsskúlanum í Hovi
Mynd: kortal.fo
11.02.2016 - 09:24
Næsta skúlaár ber til at taka FHS-yrkisnámsútbúgving á Miðnámsskúlanum í Hovi. FHS er ein støðisútbúgving í fyrisiting, handli og skrivstovu, sum tekur eitt ár.
Eftir at hava staðið FHS, kunnu næmingar fara undir skrivstovu og handilsútbúgvingar, ella halda fram á miðnámsskúla og fáa gymnasialt miðnámsprógv.
Sambært Mentamálaráðnum er FHS-útbúgvingin ætlað fólki í øllum aldri. Hetta er onnur nýggja útbúgvingin í Suðuroy eftir einari viku.
Mikudagin í síðstu viku fóru 20 næmingar undir at útbúgva seg til námsfrøðing á fjarlestrardeplinum í Vági.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV